Vælkomin í nýggja Ungdómsbankan

Ímynda tær ein banka, sum er har, tá tú hevur brúk fyri honum. Sum er á, tá tú ert á. Har tín ráðgevi ikki er 30 ár eldri enn tú, men skilur teg og tína støðu. Hetta er Ungdómsbankin hjá BankNordik.

Í Ungdómsbankanum taka vit støði í tær millum 18-28 ár. Ungdómsbankin er snikkaður júst til tín sum ungan kunda, so at vit kunnu møta tær har, tú ert, og tá ið tú hevur tørv á okkum.

Óansæð um tú skalt flyta heimanífrá, ert lesandi, í læru ella hevur starv, so eru vit í Ungdómsbankanum til reiðar at vegleiða teg við støði í júst tínari støðu.  

 

Netfundir

Í Ungdómsbankanum eru allir fundir netfundir, so at tú ikki longur nýtist at brúka tíð uppá at koma inn í bankan, men kanst møta okkum óansæð tíð og stað. Hetta merkir, at tú kanst sita heima í sofuni við einum góðum kaffimunni og fáa ráðgeving á tíni fartelefon, teldli ella teldu. Tú kanst sjálvandi eisini altíð ringja, senda okkum sms boð ella senda okkum teldupost.

 

Meira enn ein banki

Vit ynskja at hoyra frá tær, at hoyra tína meining og at sleppa at vegleiða teg. Vit ynskja at hjálpa tær at gera gerandisdagin eitt sindur lættari, soleiðis at tú kanst brúka orkuna uppá tað, ið hevur týdning fyri teg.

Lat okkum verða tínar veingir og fylgja tær á tíni leið. Lat okkum gera tað, vit eru her til – at hjálpa tær. Vit eru errin, um tú velur okkum, tí vit velja teg.

Kalendari

3. aug. kl. 19
Hjálp, eg skal uttanlands at lesa
21.-25. aug. kl. 10-16
Føroysk ráðgeving á Amager
 

NordikSolo

Fá alt tað besta sum NordikSolo kundi. Tú verður vip'ari í BankNordik og fær eina rúgvu av ókeypis tænastum og fyrmunum. Vit kalla tað Solopakkin! Eingin binding, bara tað besta til tín, sum er farin Solo.

Ring til mín!

 
Navn *
Teldupostur *
Fartelefon *
Eg eri útiseti *


  Eg gevi hervið BankNordik loyvi til at deila mínar upplýsingar við Trygd.
  Eg gevi samtykki til, at BankNordik í framtíðini kann seta seg í samband við meg.

* Skal fyllast út

Ungdómsbankin: