3D Secure - trygt keyp á netinum

Trygdarloysn í sambandi við keyp á netinum

Tá ið tú keypir við gjaldskorti á netinum, kanst tú verða biðin um at tøppa inn eitt 3D Secure loynital, ið er ein eyka trygd hjá tær, sum keypir á netinum. 3D Secure er eitt felags heiti fyri ”Verified by Visa”, ”MasterCard SecureCode” og "Dankort Secure by Nets".

 

Alsamt fleiri nethandlar hava sett í verk 3D Secure til tess at fyribyrgja misnýtslu av gjaldskortum, og frá 8. jan. 2017 verður 3D Secure eitt krav, tá ið keypt verður við Dankorti á netinum. 

 

Ring til okkara, um tú vilt tekna teg til 3D Secure

Um tú sum føroyskur brúkari ynskir at tekna teg til 3D Secure, skalt tú seta teg í samband við okkum. Tað er nevnliga ikki møguligt hjá tær sum føroyskum brúkara at tekna teg til skipanina á netinum, uttan so at tú hevur eitt danskt CPR-nummar tengt at tínum NemID brúkara. Tá ið vit í bankanum hava teknað teg til 3D Secure, verður tað virkið á netinum næsta yrkadag.