5 ferðir størri avkast

Tað er ikki líka mikið, hvar tú hevur tína pensjónssamansparing standandi. Møguleikin tú velur, hevur eina stóra ávirkan á, hvussu nógv tú fært burturúr tíni samansparing.

 

Betra tínar fortreytir fyri størri avkasti

Við NordikPensjónsRøkt verður samansparingin røktað av okkara íløguserfrøðingum, sum seta tín pening í virðisbrøv og hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur, soleiðis at tín pensjónssamansparing altíð stendur har, sum hon hevur bestu møguleikarnar fyri at geva tær eitt størri avkast.
 
  1. Produktblað NordikPensjónsRøkt
Hvussu nógv kunnu 100 kr. vaksa?

 

Niðanfyri eru A og B. Teir spara báðir saman til pensjón yvir 25 ár.
 
A setur 100 kr. í virðisbrøv,  har samansetingin er 50 % lánsbrøv og 50 % partabrøv. Hetta er mett sum ein íløga við miðal váða. Henda samanseting gevur eina rentu á 5,5 %. Eftir 5 árum eru tær 100 kr. vaksnar til 131 kr., og eftir 25 árum eru tær vaksnar til 381 kr. 
 
B velur at seta 100 kr. inn á eina vanliga pensjónskontu við 1,0 % í rentu. Eftir 5 árum eru tær 100 kr. vaksnar til 105 kr.,  og eftir 25 árum eru tær vaksnar til 128 kr.
 
Eftir 5 árum er avkastið hjá A sostatt meira enn 5 ferðir størri, enn avkastið hjá B. Og eftir 25 árum er avkastið hjá A meira enn 10 faldað, samanborið við avkastið hjá B.
 
Dømi:

 

Størri langtíðaravkast

Hóast at seta pening í íløgur hevur hægri váða, enn at hava peningin standandi á eini pensjónskontu, vísa royndir, at avkastið yvir langa tíð er størri.
 
Myndin er eitt hugsað dømi, og eitt nú aldur og váðafýsni kunnu hava ávirkan á, hvussu stórt avkastið kann væntast at vera í tíni støðu. Bílegg fund við tín ráðgeva, og fá meira at vita um, hvussu myndin kann síggja út hjá tær.

Tak niður faldara