Fá avsláttur í djóragørðum og stuttleikaparkum í Danmark

Allir kundar í BankNordik kunnu fáa upp í 25 % í avsláttri av vanliga atgongumerkjaprísinum til fleiri djóragarðar og stuttleikaparkir í Danmark.

 

Tú kanst keypa atgongumerki til alla familjuna, og atgongumerkini kunnu brúkast alla árstíðina, meðan djóragarðurin ella parkin hevur opið. Sostatt gert tú sjálv/ur av, nær tú vilt brúka atgongumerkið. 

 

  1. Keyp atgongumerki til familjuna her

 

Tú fært avsláttur av atgongumerkjum til Bakken, Sommerland Sjælland, Knuthenborg, Cirkusland Slagelse, Givskud Zoo, Skandinavisk Dyrepark, Universe, Fårup Sommerland, BonBon-land, Den Blå Planet, Odense Zoo, Tivoli Friheden, Nordsøen Oceanarium, Kattegatcentret, Randers Regnskov, Tivoli og Aqua Akvarium og Dyrepark.

 

Soleiðis keypir tú atgongumerkini

Tú keypir atgongumerkini umvegis Affinion International. Far inn á hesa síðuna. Fyrst skalt tú stovna teg sum brúkara á heimasíðuni hjá Affinion. Trýst á "Opret profil" undir stóra grøna knappinum. Minst til at útfylla telefonnummarið við føroyskari landakotu (+298), um tú ikki hevur danskt telefonnummar. Tá alt er fylt út, stovnar tú tín brúkara, og síðani ert tú til reiðar at keypa atgongumerkini.

 

Tað er Affinion International, ið tekur sær av atgongumerkjasøluni. Um tú hevur tørv á hjálp, kanst tú seta teg í samband við Affinion við at skriva til kundeservice@medlemsbutikken.dk allar gerandisdagar kl. 9-15.