Spar saman til framtíðina

Ert tú foreldur, ynskir tú óivað at geva barni tínum eina so góða byrjan upp á vaksna lívið sum gjørligt. Áðrenn tú varnast tað, er barnið um at gerast vaksið og stendur frammanfyri nýggjum avbjóðingum.

Ein samansparing er ein íløga í framtíðina hjá barninum, og ein munandi samansparing er ein gáva fyri framtíðina og kann t.d. brúkast til útbúgving, fyrsta bústaðin ella okkurt heilt annað.

Merkishendingar í lívinum hjá barninum

Ferming, eftirskúlaár, studentaveitsla o.s.fr. Nógvar eru merkishendingarnar í lívinum hjá barninum, og útreiðslurnar í hesum sambandi kunnu eisini vera rættiliga stórar. Um tú tíðliga byrja at leggja pening til viks til útreiðslurnar í hesum sambandi, ert tú væl fyrireikað/ur til ymisku merkishendingarnar.

 

Føðingargáva til barnið

Tá ið tú stovnar nýfødda barninum eina samansparing við fastari flyting, fær barnið eina fitta flaggketu frá Steinum. Minst til at hava p-talskort, dóps- ella navnabræv og pass hjá øðrum av foreldrunum við, tá ið tú kemur inn í eina av deildum okkara at stovna samansparingina.

Les meira

Spar saman í góðari tíð

Tað er ein fyrimunur at fara í holt við at spara saman til barnið og til merkishendingarnar hjá barninum í góðari tíð. Tess longri pengarnir sleppa at vaksa, tess størri verður samlaða upphæddin. Á tann hátt nýtist tað ikki at gerast so tungt hjá tær fíggjarliga, tá barnið t.d. skal á eftirskúla, ella tá studentaveitslan skal haldast.

Samansparing til barnið

Ein munandi samansparing er ein gáva fyri framtíðina og kann t.d. brúkast til útbúgving, fyrsta bústaðin ella okkurt heilt annað.

Tosa við barnið um pengar

Tað er umráðandi, at tú tosar við barn títt um pengar og nýtslu til tess at skapa grundarlag fyri skynsomum pengavanum.

Børn tegner på Vitus papir

Lær við Vitusi

Lærukort frá Vitusi gera tað stuttligari og lættari at læra at rokna, falda, skriva, stava og at læra um veður og vind.

Tryggingar til børn

Við Barnavanlukkutrygd er barn títt tryggjað, um tað verður fyri óhappi ella fær skaða.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv