Betri trygd við MasterCard

Nú sleppur tú undan at gjalda sjálvsábyrgd, um tú verður fyri óhappi í leigubili

 

Gjaldskort av slagnum MasterCard Gold og MasterCard Platinum hava nú fingið betri tryggingarfulnað. Frá 1. januar 2016 fevnir tryggingin, ið er knýtt at kortunum, nevnliga eisini um sjálvsábyrgd.

 

Tað vil siga, at tú ikki skalt gjalda sjálvsábyrgd, um tú verður fyri óhappi í leigubili. Nýggi tryggingarfulnaðurin er bæði galdandi fyri nýggj og gomul MasterCard Gold og Platinum gjaldskort. 

 

Upphæddir

  • Við MasterCard Gold verður fulnaður nú veittur fyri sjálvsábyrgd upp til 5.930 kr. fyri hvørja hending.
  • Við MasterCard Platinum verður fulnaður nú veittur fyri sjálvsábyrgd upp til 9.990 kr. fyri hvørja hending.

 

Fulnaðurin er sjálvandi treytaður av, at óhappið ikki er framt við vilja ella av grovum ósketni.

 

Við Ársferðatrygd frá Trygd fært tú alt í einum

Vilt tú tryggja teg enn betur, tá tú fert uttanlands, kanst tú við Ársferðatrygd frá Trygd tryggja teg, bæði áðrenn tú fert avstað, og meðan tú ferðast.

 

Ársferðatrygd veitir m.a. endurgjald fyri sjálvsábyrgd í sambandi við skaða á leigubil, og tryggingin hevur einki hámark viðvíkjandi endurgjaldi í hesum sambandi. Les meira um Ársferðatrygd hjá Trygd.