Bilfígging

At keypa bil er ein lutfalsliga stór íløga. Umframt prísin á sjálvum bilinum, skalt tú eisini hava útreiðslur til trygging, veggjald, brennievni, viðlíkahald og tílíkt í huga. Tá vit ráðgeva tær um billán, hyggja vit saman at tínum fíggjarviðurskiftum og gera eina meting av, hvussu nógvan pening tú kanst læna, og hvussu tú skalt rinda lánið aftur.
 
  1. Hevur tú ein ítøkiligan spurning um bilfígging, trýst her.
 
Rentan á billáninum er skiftandi. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi 7 ár fyri nýggjar bilar, og tá tú keypir brúktan bil, verður hon ásett eftir aldrinum á bilinum. 
 

Bíligari bilfígging við Nordik360

Tá tú savnar tíni fíggjarviðurskifti í BankNordik og gerst Nordik360-kundi, fært tú lagaligari rentur og nógvar ókeypis tænastur. Les meira um bilfígging við Nordik360 her.
 

Brúktir bilar

Vit bjóða tær lagaliga fígging til keyp av brúktum bili, har rentan verður ásett eftir aldrinum á bilinum.
 
Ein brúktur bilur kann vera rætta loysnin, um tú ynskir ein bíligari bil. Ein brúktur bilur missir vanliga ikki virði eins skjótt og ein nýggjur bilur, og tryggingin er eisini bíligari. Harafturímóti er ilt at siga, hvussu nógvar útreiðslur kunnu væntast til viðlíkahald og umvælingar av einum brúktum bili.
 

Biltrygging

Vel biltrygging frá Trygd og fá ágóðan av at avgreiða fígging og trygging hjá okkum. Vit bjóða tær rentufyrimun í bilfíggingini, um tú velur samlaðu loysnina.
 
Tað er lógarkrav at hava eina ábyrgdartrygging til bilin. Ábyrgdartryggingin fevnir um skaðar, sum bilførarin ger á fólk, bilar ella lutir. Um tú hevur lán í bilinum, krevur lánsveitarin oftast, at tú umframt ábyrgdartryggingina teknar eina skrokktrygging, sum gevur endurgjald fyri skaðar á bilin. Umframt hesar tryggingarnar eru ymsar ískoytistryggingar, sum eru hentar at hava, um óhapp henda.
 
Fá meira at vita um biltrygging á heimasíðuni hjá Trygd.
Set teg í samband við okkum og fá meira at vita
  • Ring á 330 330 ella