Við Boðtænastuni er lætt at halda eyga við ymsum rørslum á kontuni. Tú kanst velja ymisk boð, m.a. tá peningur er komin inn á kontuna, ella tá saldan kemur niður um ávísa upphædd.
Við Boðtænastuni kanst tú velja at fáa sms-boð ella teldupost um, hvat hendir á kontuni.
Veljast kann millum hesi boð:
- Salda á kontuni
- Tá saldan fer yvir ávísa upphædd
- Tá saldan fer undir ávísa upphædd
- Tá flyting yvir ávísa upphædd fer av kontuni
- Tá flyting yvir ávísa upphædd kemur á kontuna
Undir saldu eru aftur aðrir valmøguleikar, har tú kanst velja, nær tú fært salduna sendandi:
- Fastan dag í vikuni, t.d. hvønn mánadag
- Fastan dag í mánaðinum, t.d. 1. í hvørjum mánaði
Fyri at tænastan kann skrásetast, skal fartelefonnummarið ella teldupostadressan hjá tær verða skrásett í bankanum.
Boðtænastuna kanst tú stovna ókeypis í Netbankanum. Eisini ber til at venda sær til okkara á telefon 330 330, so gera vit tað fyri teg.




