Boðtænastan

Við Boðtænastuni er lætt at halda eyga við ymsum rørslum á kontuni. Tú kanst velja ymisk boð, m.a. tá peningur er komin inn á kontuna, ella tá saldan kemur niður um ávísa upphædd.

 

Við Boðtænastuni kanst tú velja at fáa sms-boð ella teldupost um, hvat hendir á kontuni.

 

Veljast kann millum hesi boð:

  • Salda á kontuni
  • Tá saldan fer yvir ávísa upphædd
  • Tá saldan fer undir ávísa upphædd
  • Tá flyting yvir ávísa upphædd fer av kontuni
  • Tá flyting yvir ávísa upphædd kemur á kontuna

 

Undir saldu eru aftur aðrir valmøguleikar, har tú kanst velja, nær tú fært salduna sendandi:

  • Fastan dag í vikuni, t.d. hvønn mánadag
  • Fastan dag í mánaðinum, t.d. 1. í hvørjum mánaði

 

Fyri at tænastan kann skrásetast, skal fartelefonnummarið ella teldupostadressan hjá tær verða skrásett í bankanum.

 

Boðtænastuna kanst tú stovna í Netbankanum. Eisini ber til at venda sær til okkara á telefon 330 330, so gera vit tað fyri teg.

Hent leinki