Lat peningin vaksa við barninum

Stovna eina samansparing longu í dag og gev barninum eina góða byrjan. Vit bjóða tvær samansparingarkontur: Barnauppsparing, ið gevur hægstu rentu, og Mína uppsparing við frælsi at taka út.

  

Spar saman við Vitusi 

Í nógv ár hevur fitti kópahvølpurin Nósi lagt føroyskum børnum lag á viðvíkjandi samansparing, og eisini hevur hann lært skúlabørn at rokna og skriva við væl umtóktu lærukortunum.
 
Nósi eigur eisini ein lítlabeiggja, sum eitur Vitus, og Nósi hevur lært hann alt tað, hann veit um skynsamar peningavanar. Vitus hevur nú tikið við eftir Nósa, sum er farin at njóta lívið á sjónum við øllum vinum sínum, so nú fer Vitus at hjálpa børnunum at spara saman.
 
Her á heimasíðuni kann barnið saman við Vitusi læra at rokna, falda, skriva, stava og læra um veður og vind við stuttligum lærukortum.
 

Lærukort

 

 

Íløga í framtíðina

Tá tú fert í holt við at spara saman til barnið í góðari tíð, sleppur innistandandi at vaksa, meira enn tú trýrt. Áðrenn tú veitst av, er barnið um at gerast vaksið og stendur á gáttini til nýggjar avbjóðingar. Til ta tíð kanst tú við eini samansparing, sum tú byrjar í dag, stuðla barninum at gera møguleika til veruleika.
 
Set teg í samband við okkum og fá meira at vita
  • Ring á 330 330 ella
 
 
 
Hent leinki