Bústaðarkonta

Tá tú skalt keypa, umbyggja ella umvæla bústaðin, er tað ein fyrimunur at hava uppspardan pening tøkan. Við Bústaðarkontuni hjá BankNordik kanst tú spara upp til bústaðin við eykarentu í 10 ár. Til ber at seta 50.000 kr. inn á kontuna um árið hesi 10 árini. Øll kunnu stovna sær Bústaðarkontu.
 

Uppspardi peningurin kann nýtast til:

  • Eginpening í sambandi við bústaðarfígging
  • Keyp av grundstykki, sethúsum ella íbúð
  • Sethúsabygging ella íbúðarbygging
  • Umvæling ella umbygging av bústaði (umfatar eisini bilhús, tún, garð og fast innbúgv v.m.)
 

Frá møguleika til veruleika 

Við eini miðvísari samansparing á Bústaðarkontu verður lættari at røkka málinum. Tað verður fíggjarliga lættari at seta búgv og gera umbyggingina, og samstundis verður møguleikin fyri at fáa lán betri.
Set teg í samband við okkum og fá meira at vita
  • Ring á 330 330 ella