Bústaðarlán

Skalt tú keypa ella byggja hús, hevur tú møguleika at taka Bústaðarlán.
 
Rentan á Bústaðarláni er skiftandi og verður ásett eftir gongdini á fíggjarmarknaðinum. Tískil kann rentan hækka, og tá er neyðugt at hava pláss í fíggjarætlanini.
 

Annuitetslán ella seriulán

Sethúsafíggingin verður antin veitt sum annuitetslán ella seriulán. Við annuitetsláni hevur tú eins stór mánaðarlig lánsgjøld øll árini. Við seriuláni hevur tú fastar avdráttir, men gjøldini fyri rentur minka hvørt ár í samsvari við restskuldina.
 
Vit hjálpa tær við at gera møguleika til veruleika við eini heildarfígging, sum er lagað eftir tínum tørvi.
 

Bíligari bústaðarlán við Nordik360

Tá tú savnar tíni fíggjarviðurskifti í BankNordik og gerst Nordik360-kundi, fært tú lagaligari rentur og møguleika fyri einum bústaðarláni við sera góðari rentu. Les meira um Nordik360 her.
Set teg í samband við okkum og fá meira at vita
  • Ring á 330 330 ella