Corporate Finance
BankNordik Corporate Finance veitir ráðgeving á hesum økjum:
- Søla av fyritøkum
- Keyp av fyritøkum
- Samanlegging av fyritøkum
- Útvegan av íløgupeningi
- Fíggjarráðgeving
BankNordik Corporate Finance veitir fíggjarliga ráðgeving og virkar sum tilgongdarstýrari og fær til vega neyðugar greiningar og upplýsingar, so kundin verður førur fyri at taka røttu avgerðina.
Aðalmálið er at hava nøgdar kundar. Hesum máli stremba vit eftir at røkka við at:
- Tryggja kundum okkara bestu úrslitini
- Veita ráðgeving á høgum fakligum stigi
- Arbeiða í tøttum samstarvi við kundan




