Dankort

Dankortið er eitt sera hent kort at hava við, tá tú ferðast í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Í flestu førum er ikki neyðugt at hava reiðan pening við. Kortið er lætt at brúka, tú skalt bara nýta loynitalið, sum tú fekst saman við kortinum ella skriva undir.

 

Nýtsla av Dankorti 

Kortið kann nýtast sum gjaldskort í flestøllum handlum, matstovum og gistingarhúsum. Eisini kanst tú taka pening út í peningastovnum og sjálvtøkum. Tú kanst taka upp í 2.000 kr. út í reiðum peningi um samdøgrið í øllum sjálvtøkum, men um tú nýtir sjálvtøkur hjá SDC, er markið 15.000 kr. um samdøgrið.

 

Kontaktleyst Dankort

Øll Dankort, ið eru útflýggjað eftir 1. september 2015, hava kontaktleysa funku innbygda. At kortið er kontaktleyst vil siga, at tú kanst rinda uttan at brúka pinkotu og uttan at seta kortið í terminalin.

 

Gjaldið verður góðkent, um tú bert heldur kortinum at terminalinum. Tó verður tú biðin um at trýsta pinkotuna, um tú keypir fyri meiri enn 200 kr. Kortterminalar, ið taka ímóti kontaktleysari rindan, hava hetta frámerki:

Umsókn um Dankort

Tú kanst søkja um at fáa Dankort við at útfylla umsóknarblaðið, ið liggur á høgra bredda og lata tað inn á einari av deildum bankans.

Set teg í samband við okkum og fá meira at vita
  • Ring á 330 330 ella
 
 
 
Skjøl
Umsóknarblað
 
  1. Umsóknarblað Dankort
 
Ásetingar 
 
  1. Ásetingar fyri Dankort - juni 2016
 
 

Mótmæli í sambandi við fjarkeyp

Tað kann vera møguligt, at fáa eitt gjald flutt aftur, sum er goldið við Dankorti.
 
  1. Les meira 
  2. Tak niður oyðublað til mótmæli