Deildir uttan kassaavgreiðslu

Her finnur tú spurningar og svar viðvíkjandi deildum okkara uttan kassaavgreiðslu. Trýst á spurningin og les svarið.

Spurningar og svar

Ávirkar tað náttarboksina, at kassin letur aftur?

Nei, tú kanst framvegis brúka náttarboksina sum vanligt.


Hvussu stovni eg Netbanka?

Netbankin er eitt sera gott amboð, tá tú ynskir at halda skil á tínum fíggjarviðurskiftum. Bílegg Netbankan her ella set teg í samband við okkum á 330 330 ella kundi@banknordik.fo.


Kann eg ikki koma í bankan, tá kassin letur aftur?

Jú. Sjálvt um kassaavgreiðslan letur aftur, heldur alt annað virksemi á deildini óbroytt fram. Tað ber sostatt framvegis til at fáa somu hollu ráðgeving sum áður.
Hóast eingin kassaavgreiðsla er, kanst tú framvegis brúka deildina til at:
  • lata inn girokort til gjaldingar – upphæddin verður tikin av kontu tíni
  • tøma sparibússu
  • fáa myntir upptaldar og bókførdar á kontu tína
  • bíleggja gjaldoyra til heintingar á deildini
  • taka út reiðan pening í sjálvtøkuni – kortslag og tíð á degi gera av, hvussu nógv tú kanst taka út.
 
 


Hvussu taki eg pening út?

Tá eingin kassaavgreiðsla er á deildini, kanst tú brúka sjálvtøkuna, tá tú hevur tørv á reiðum peningi. Hvussu nógv tú kanst taka út, veldst um slagið av úttøkukorti og tíð á degnum.
 
  1. Les meira um ymisku kortini, ið vit bjóða
  1. Set teg í samband við okkum á 330 330 ella kundi@banknordik.fo, um tú vilt hava meira at vita.


Hvussu geri eg, um eg havi tørv á fremmandum gjaldoyra?

Á heimasíðu okkara kanst tú bíleggja gjaldoyra til heintingar á tíni deild. 


Hvussu kann eg tøma sparibússuna, tá kassin letur aftur?

Tað ber framvegis til at koma inn á deildina og tøma sparibússuna.


Hvussu gjaldi eg rokningar?

Tú kanst lata girokortið inn til gjaldingar á deildini. Girokortið verður goldið, og upphæddin verður tikin av kontu tíni.

Netbankin

Tað er ómakaleyst at avgreiða flytingar og gjaldingar av girokortum við Netbankanum. Les meira her ella set teg í samband við okkum. Vit vegleiða fegin, tá Netbankin skal stovnast. 

  1. Fá meira at vita um sjálvgreiðslutænastur okkara, ið gera tað lætt hjá tær at halda skil á tínum fíggjarviðurskiftum.


Hvat vil tað siga, at kassin letur aftur?

At kassin á deildini letur aftur hevur við sær, at ávísar mannagongdirnar verða broyttar. Tú kanst ikki longur taka út ella seta inn pening, rinda inngjaldskort ella loysa út kekkar við kassan. Kortini hevur tú framvegis niðanfyri nevndu møguleikar á deildini, tá kassin er latin aftur.
Tú kanst:
  • lata inn girokort til gjaldingar – upphæddin verður tikin av kontu tíni
  • tøma sparibússu
  • fáa myntir upptaldar og bókførdar á kontu tína
  • bíleggja gjaldoyra til heintingar á deildini
  • taka út reiðan pening í sjálvtøkuni – kortslag og tíð á degi gera av, hvussu nógv tú kanst taka út.
Ráðgevingin óbroytt
Tá kassarnir á deildunum lata aftur, heldur alt annað virksemi óbroytt fram. Sostatt ber framvegis til at fáa somu hollu ráðgeving sum higartil.