Eftir lokna lærutíð

Tá ið lærutíðin er av, ert tú útlærdur bankaatstøðingur og kanst søkja fast starv í bankanum. Fært tú fast starv í bankanum, eru fleiri møguleikar fyri víðari útbúgving. Eftir tvey ára lærutíð hevur tú lært nógv um bankavirksemi, men ikki alt.
 
Samfelagsgongdin sum heild og tøkniliga menningin hava við sær, at tú kanst útbúgva teg upp aftur betur. Vit mæla til, at tú gert hetta bæði fyri teg og bankan.