Vanligar flytingar
  • Vel ”Kontur og gjaldingar”
 
  • Vel ”Flyting”
 
  • Í teiginum ”Flytingarslag” kanst tú velja ímillum
 
    1. ”Flyting við stuttum boðum” - hetta er mest vanligt
 
    2. “Flyting við longum boðum, straksfráboðan” - her verður fráboðan send við posti skjótast gjørligt
 
    3. “Flyting við longum boðum, fráboðan seinni” - her verður fráboðan send seinni 
 
  • Í teiginum “Av kontu” velur tú kontuna, sum flytast skal av
 
  • Skal flytast inn á egna kontu, velur tú hana í teiginum ”Á kontu” 
 
  • Skalt tú flyta pening til ein annan móttakara, verður skrivað skrásetingarnr. og kontunummar í teigin “Ella á aðra kontu” 
 
  • Skriva upphædd
 
  • Tú kanst síðan skriva ein tekst til títt egna kontuavrit og ein styttri til móttakaran. Minst til, at teksturin til móttakaran í stuttum boðum skal í mesta lagi vera 20 tekn. Er hann longri enn hetta, kann vera, at flytingin ikki kann avgreiðast
 
  • Um tú skalt gera fleiri flytingar, ber til at velja “Útbakki” - harvið verða allar innlisnar flytingarnar lagdar í útbakkan. Tá tú hevur innlisið allar flytingarnar, velur tú “Útbakki” (sí mynd niðanfyri). Nú trýstir tú á “Vel” – Tríggir møguleikar koma fram. Tá tú hevur valt “Avgreið bíleggingar” skal undirskriftarmerkið innlesast og allar flytingarnar verða avgreiddar í einum.
 
 
Soleiðis sær kvittanin út fyri tær flytingar, sum eru avgreiddar umvegis útbakkan:
 
 
 
Gevið gætur!
Velur tú "Flyting við stuttum boðum" ber til at síggja tekstin á kontuavritinum hjá móttakara og sendara.
 
Velur tú harafturímóti "Fráboðan við longum boðum", er fráboðanin ikki at síggja á fysiska kontuavritinum og heldur ikki á kontuavritinum inni í Netbankanum.
 
Í Netbankanum liggur fráboðan við longum teksti undir “Nærri lýsing” og í pappírsformi er hon á skjali fyri seg.
 
  1. Aftur til yvirlit
Vegleiðing