Ferðast við gjaldskorti

Tvey kort við at ferðast

Tað er eitt gott hugskot at hava meira enn eitt gjaldskort við sær uttanlands at ferðast. So kanst tú kenna teg tryggari, um annað kortið verður burtur ella gerst óvirkið á ferðini.

 

Les ásetingar fyri gjaldskort

Áðrenn fráferð mæla vit til, at tú kunnar teg um, hvørjar ásetingar eru galdandi fyri títt gjaldskort. Kortið kann hava eitt ásett nýtsluhámark, gjald kann verða tikið fyri úttøku av peningi o.s.fr. Nøkur kort bjóða eisini ymsar eyka tænastur sum m.a. tryggingar, ið kunnu vera hentar at hava.

  

Nýtsluhámark

Ymsu kortini hava ymsar avmarkingar, og hámark kann vera fyri, hvussu nógvan pening tú kanst nýta av kortinum í ymisk ásett tíðarskeið. Av trygdarávum hava Visa/Dankort eitt nú nýtsluhámark á 25.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar. Fer nýtslan longur upp, verður kortið sperrað. Les meira um nýtsluhámark á einstøku kortunum her.
 

Sjálvtøkur

Tú eigur at hava í huga, at gjald verður tikið, hvørja ferð tú tekur pening út í sjálvtøkum uttanlands. Sostatt er skilagott at taka størri upphæddir út í sjálvtøkuni, so sleppast kann undan óneyðuga nógvum gjøldum.
 
Eisini er tað eitt gott hugskot at rinda við gjaldskorti á matstovu og í handlum, heldur enn at taka pening út í sjálvtøku til endamálið. Tað er ókeypis at rinda við gjaldskorti, men ómaksgjald verður viðhvørt tikið fyri útlendsk kort.
 

Ansa væl eftir gjaldskortinum

Halt altíð eyga við gjaldskortinum og lat ikki tænarar ella onnur fara avstað við kortinum, soleiðis at tú missir tað úr eygsjón.
 
Lat ikki kortið liggja frammi, so onnur kunnu fáa fatur á kortnummarinum. Goym ongantíð fleiri gjaldskort á sama staði og lat ikki pin-kotuna liggja saman við kortinum.
 
Fá fleiri góð ráð, til hvussu tú ansar eftir gjaldskortinum, her.
 

Sperra kortið

Skuldi tú verið óheppin at mist kortið burtur á ferðini, eigur tú at sperra kortið beinanvegin. Les meira um hvussu tú sperrar kortið her.
  

Hav Netbankan við á ferð

Við Netbankanum á fartelefonini, Netbankanum sum app ella Netbankanum til tablet hevur tú altíð Netbankan við hondina. Halt eyga við salduni, ger flytingar o.a., og varðveit soleiðis yvirlitið yvir peninganýtsluna, meðan tú ert uttanlands.
Sperra kort

Í upplatingartíð bankans:

 
BankNordik
tlf. 330 330
 

Aðrar tíðir:

 
Visa/Dankort
Nets
tlf. +45 44 89 29 29
 
MasterCard
Nets
tlf. +45 44 89 27 50