Fíggjarkonta

Fíggjarkonta er ætlað tær, sum ynskir at seta tær føstu útreiðslurnar í skipan. Við Fíggjarkontu kanst tú leggja eina fíggjarætlan og soleiðis býta tínar útreiðslur út á alt árið. Á henda hátt tryggjar tú tær, at tú altíð rindar somu upphædd mánaðarliga, sama hvussu høgar ella lágar útreiðslurnar eru.
 

Sjálvvirkandi flytingar

Eisini ber til at melda tínar rokningar til Gjaldsskipanina ella stovna fastar flytingar. Tað er ókeypis, og tú sleppur undan at fara í bankan at gjalda rokningar. Við Fíggjarkontu og sjálvvirkandi flytingum avgreiða rokningarnar seg sjálvar, tú skalt bara flyta inn somu upphædd mánaðarliga.
 

Legg eina fíggjarætlan

Í Netbankanum ber til at leggja eina einfalda fíggjarætlan, ið gevur tær eitt skjótt yvirlit yvir mánaðarligu útreiðslurnar. Tá tú ert innritað/ur í Netbankan, skalt tú trýsta á yvirskriftina “Gjaldsskipan” og síðan á “Einføld fíggjarætlan”, ið liggur á vinstra bredda. Her kanst tú útfylla hvørjar tínar inntøkur og útreiðslur eru, og lættliga gera eina fíggjarætlan.
 
Fíggjarkonta kann stovnast, tá tú ert 18 ár.
Set teg í samband við okkum og fá meira at vita
  • Ring á 330 330 ella
 
 
 
Hent leinki