Forward Rate Agreement

Ein Forward Rate Agreement (FRA) er eitt fíggjarligt tól, sum er ein avleidd tænasta, hvørs prísáseting er tengd at gongdini á einum undirliggjandi aktivi sum t.d. einum partabrævi, einum partabrævavísitali, einum lánsbræví ella einum fíggjarligum tóli.
 
Eitt fíggjarligt tól er ein sáttmáli millum tveir ella fleiri partar og hevur ofta høga gearing. Forward-sáttmálar, future-sáttmálar, loyvisbrøv, optiónir og swaps eru tey mest vanligu fíggjarligu tólini.
 
Fíggjarlig tól verða oftast nýtt til at avmarka váðan, men kunnu eisini nýtast við serligum vinningi fyri eyga.