Futures

Ein future er ein standard avtala um keyp ella sølu av einum ávísum aktivi í eini ávísari nøgd til ein prís, sum er avtalaður frammanundan, og handilin fer fram til avtalaða tíð einaferð í framtíðini. At avtalan er standard merkir, at hvør sáttmáli hevur eina ávísa upphædd, eitt ávíst undirliggjandi amboð og eina gildistíð.
 
Tá talan er um futures uppá rentur og/ella lánsbrøv er gildistíðin ofta triðja mikudag í mars, juni, september og desember, tær sokallaðu IMM-dagfestingarnar. Ein forward-sáttmáli er ein ikki-standardiseraður futures-sáttmáli.