Gerst vinnukundi

Tá ið tú gerst vinnukundi í BankNordik, fært tú ein sterkan fíggjarligan viðleikara. Vit veita holla ráðgeving og tænastur, ið taka støði í tínum virki og tínum framtíðar ætlanum. 
 

Loysnir lagaðar eftir tínum virki

Fleiri ymiskar loysnir eru í at velja, tá fíggingin skal setast saman, eins og rakstur og stýring kunnu skipast á ymiskan hátt.
 
Í BankNordik hava vit drúgvar royndir í føroyskum vinnulívi, og okkara dugnaligu og eldhugaðu starvsfólk eru til reiðar at veita ráðgeving - bæði tá ið smáar og stórar avgerðir skulu takast.
  
Les meira um ráðgeving á kundafundum her ella bílegg fund her.

Sum vinnukundi fært tú m.a. ráðgeving um hesi evni:

  • Hvussu tú á bestan hátt samansetir fígging til ymisk endamál
  • Hvussu tú skipar peningarensl, váðastýring og gjaldføri
  • Vit greina váðan og bjóða loysnir, ið gera tín handil við útheimin tryggari 
  • Gjaldsmøguleikar – tænastur og loysnir til gjaldingar í gerandisdegnum
  • Ættarliðsskifti – Tryggjar tín privatbúskap og búskaparviðurskiftini í virki tínum í sambandi við ættarliðsskifti og eigaraskifti 
 

Fíggjarligt samstarv

Í BankNordik ynskja vit støðugt at menna eitt tætt samstarv við føroyskt vinnulív. Vit vilja gera tað møguligt hjá tær sum vinnurekandi at fullnýta tíni evnir og tínar møguleikar. Tí leggja vit stóran dent á at veita eina góða, skjóta og trygga tænastu, soleiðis at tú fært brúkt tína orku til at menna títt virki.  

 

Ráðgeving

Í BankNordik fært tú ein ráðgeva, sum nágreiniliga setur seg inn í tíni viðurskifti, og vit laga altíð ráðgeving og fígging eftir tínum tørvi. Okkara tænastur og ráðgeving byggja á drúgvar royndir og kunnleika til ymsu vinnugreinarnar. Millum kundar okkara teljast bæði smærri fyritøkur, ið virka á føroyska marknaðinum, og føroysk virki, ið hava allan heimin sum sítt virkisøki. Les meira um ráðgeving í BankNordik.  

 

Fyrsti fundurin

Tá tú gerst vinnukundi í BankNordik, byrja vit samstarvið við einum fundi. Endamálið er at fáa eitt gott innlit í títt virki, soleiðis at framtíðar samstarv okkara byrjar á góðum og greiðum grundarlag. Sum fyrireiking til fyrsta fundin heita vit tí á teg um at svara nøkrum spurningum, soleiðis at samstarv okkara fær eina góða byrjan. Les meira um fyrsta fundin her

 
Bílegg fund og gerst vinnukundi
  • Ring til 330 300
 
 
Samband
Set teg í samband við Vinnudeildina
 
Mán - frí: 9.30-16.00
Hósdag: 9.30-18.00
 
Ring til tín ráðgeva
ella skriva til vinna@banknordik.fo