GjaldSkipanin

Við GjaldSkipanini kanst tú halda skil á tínum rokningum, soleiðis at tær altíð verða goldnar rættstundis. Við sjálvvirkandi gjaldi slepst undan áminningargjøldum, og tænastan er hartil ókeypis.
 

Soleiðis skrásetir tú rokningar í GjaldSkipanini

Tú kanst tekna rokningar til sjálvvirkandi GjaldSkipanina í Netbankanum ella við at seta teg í samband við okkum.  Tú kanst t.d. tekna tryggingargjald, kringvarpsgjald, haldaragjøld o.m.a. til GjaldSkipanina.
 

Gjaldsyvirlit

Eitt yvirlit við øllum rokningum, ið skulu gjaldast komandi mánaðin verður sent tær við postinum. Sostatt er ómakaleyst at hava yvirlit yvir tíni fíggjarviðurskifti, tá tú brúkar GjaldSkipanina. Gjaldsyvirlitið er eisini tín trygd fyri, at rætta upphæddin altíð verður goldin.