Gjaldshættir

Bankaflytingar

Við eini bankaflyting kann títt virki flyta pening av kontu í BankNordik á eina kontu í øllum føroyskum, donskum og grønlendskum peningastovnum.
 
Tú kanst eisini taka ímóti peningi frá kundum í hesum londum, uttan mun til hvønn peningastovn kundin brúkar.
 
Tá ið tú skalt flyta pening til onnur lond enn tey, ið eru nevnd her, kunnu tit nýta flytingar til útheimin.
 

Gjaldskipanin

Títt virki kann nýta Gjaldskipanina:
  • bæði sum kreditor og debitor
  • til sjálvvirkandi rindan av gjøldum og rokningum
  • at senda kundum rokningar
 
Gjaldskipanin tryggjar, at fyritøkan rindar og móttekur pening rættstundis og ómakaleyst.
 
Elektron umsitur Gjaldskipanina. Les meira um skipanina her.
 

Rokningadepilin

Rokningadepilin er ein skipan, har títt virki ókeypis kann senda og móttaka rokningar talgilt.
 
Við Rokningadeplinum sleppa tit undan at útskriva, pakka og avgreiða rokningar. Tit spara bæði tíð og pening.
 
Rokningadepilin er ein skipan hjá Elektron. Les meira um skipanina her.
Fá vinnuráðgeving
  • Ring til 330 300