Góð ráð um kort

Svikarar finna í heilum uppá nýggjar mátar at royna at stjala ella avrita bæði kort og pin-kotur. Tí er tað altíð sera týdningarmikið at ansa væl eftir tínum korti og tíni pin-kotu. Her fært tú nøkur einkul, men góð, ráð um kort.
 

Slepp undan, at títt kort verður avritað ella stolið

Tú kanst sjálv/ur gera fleiri ting, fyri at minka um vandan fyri at fáa kortið avritað ella stolið.
 
  • Hald fyri við hondini, tá tú trýstir tína pin-kotu í einum terminali ella einari sjálvtøku. Á tann hátt gert tú tað truplari fyri onnur at síggja tína pin-kotu.
  • Hygg eftir sjálvtøkuni og samanber hana við aðrar sjálvtøkur. Er nøkur útgerð á sjálvtøkuni, ið ikki sær út til at vera ein upprunalutur? So nýt eina aðra sjálvtøku.
  • Tak í útgerðina á sjálvtøkuni, serliga har sum kortið verður sett í. Um útgerðin er upprunalutir, so sita teir fastir.
  • Ert tú ikki vissur í, at alt er í lagi við sjálvtøkuni, so far inn í bankan og tak pening út við kassan í staðin.
 

Fylg við flytingum

Tað er eisini týdningarmikið at fylgja við í flytingunum, sum henda á tíni kontu, soleiðis at tú varnast tað, um títt kort hóast alt er vorið avritað ella tínar kortupplýsningar eru stolnar.
 
  • Fá boð, tá flytingar henda á tíni kontu. Við Boðtænastuni frá BankNordik, kanst tú fylgja við í, hvat hendir á tíni kontu.
  • Halt støðugt eyga við flytingunum á tíni kontu. Tað kunnu ganga mánaðir, eftir at kortið er avritað til tað møguliga verður misnýtt. Eru flytingar, ið tú ikki kennir aftur, so set teg í samband við bankan beinanvegin.
 

Tá tú keypir við korti á internetinum

Tá tú keypir á internetinum, kanst tú møta hesum myndum:
 
Sikker handel på nettet med MasterCard Securecode  Sikker handel på nettet med Verified by Visa
 
Tá tú keypir í einum internethandli, ið er meldaður til hesa trygdarloysn, verður tú biðin um at stovna eina Verified by Visa-kotu ella MasterCard SecureCode og at skráseta eitt fartelefonnummar til títt altjóða gjaldskort.
 
Síðan fært tú eini sms-boð við eini einnýtiskotu, hvørja ferð tú keypir í einum internethandli við kortinum, ið er meldað til Verified by Visa ella MasterCard Secure Code. Fyri at fremja keypið, skalt tú skráseta einnýstiskotuna á heimasíðuni, ið tú keypir frá. Loysnin, har tú fært eina kotu við sms-boðum, er brúkaravinarligt, tí tú sleppur undan at minnast eina sjálvvalda kotu, sum fyrr var ein partur av trygdarloysnini.
 
  1. Les meira um trygdarloysnina hjá Nets
 

Ansa væl eftir loynitalinum

Skriva ongantíð loynitalið niður. Um tú ikki minnist títt loynital, kanst tú nýta ein minnislepa. Minnislepin kann vera eitt hent amboð til tín, sum ynskir hjálp til at minnast títt loynital.
 
Tú kanst annaðhvørt fylla teigarnar út á telduni ella skriva skjalið út og síðani skriva í teigarnar. 
 
Sperra kort

Í upplatingartíð bankans:

 
BankNordik
tlf. 330 330
 

Aðrar tíðir:

 
Visa/Dankort
Nets
tlf. +45 44 89 29 29
 
MasterCard
Nets
tlf. +45 44 89 27 50