Hvítvasking og fígging av yvirgangsvirksemi

Sambært lóg um hvítvasking og fígging av yvirgangsvirksemi skulu allir kundar hjá BankNordik, sum eru stovnaðir eftir 1. januar 1999, lata bankanum samleikaprógv og undirskriva eitt stovningarskjal.
 
BankNordik vil hervið kunna síni viðskiftafólk um, hvat lógin um hvítvasking og fígging av yvirgangsvirksemi krevur av bankanum og kundanum.
 
Sambært lógini, sum kom í gildi í Føroyum við kongligari kunngerð nr. 626 frá 27. juni 2008, skulu allir kundar, stovnaðir eftir 1. januar 1999, hava latið sínum peningastovni eitt samleikaprógv og undirskrivað eitt stovningarskjal, ið kann takst niður her.
 
Ásetingin um at vísa samleikaprógv er galdandi fyri bæði vinnu- og privatkundar, sum skulu vísa samleikaprógv, tá ið nýtt kundasamband verður stovnað, ella um kundasambandið er stovnað eftir 1. januar 1999.
 
BankNordik heitir tí á allar kundar, sum ikki hava latið bankanum eitt samleikaprógv, um at venda sær til sín kundaráðgeva.
 

Hvat er hvítvask og fígging av yvirgangsvirksemi?

Hvítvasking av peningi kann vera alt, sum hevur til endamáls at fjala ólógliga upprunan av einari peningaupphædd, soleiðis at hon kann tykjast at vera útvegað á lógligan hátt.
 
Fígging av yvirgangsvirksemi er peningur, útvegaður á lógligan ella ólógligan hátt, sum verður nýttur til at fíggja yvirgangsvirksemi, soleiðis sum galdandi lóggáva ásetur.
 
Fyri at lúka galdandi lóggávu um hvítvasking av peningi og fígging av yvirgangsvirksemi hevur BankNordik sett í verk mannagongdir, sum skulu forða fyri og fyribyrgja virksemi í samband við hvítvasking og fígging av yvirgangsvirksemi. Harumframt eru stig tikin til at samstarva við myndugleikar, um tað gerst neyðugt. BankNordik hevur ábyrgd av at seta seg í samband við løgregluna í teimum førum, har illgruni er um, at hvítvasking av peningi ella fígging av yvirgangsvirksemi fer fram.
 
Lóggávan viðvíkjandi hvítvasking og fígging av yvirgangsvirksemi umfatar eisini Kenn Tín Kunda-ásetingina, sum fevnir um krøv til løgfesta staðfesting av kundasamleika, herundir pass, bústað og P-tal (persónstal) hjá kundanum.
Set teg í samband við okkum og fá meira at vita
  • Ring á 330 330 ella
 
 
 
Samband
BankNordik
Oknarvegur 5
Postboks 3048
FO-110 Tórshavn
Tlf. 330 330