Íløguserfrøðingar í BankNordik

BankNordik bjóðar øllum áhugaðum til íleggjaratiltak í høvuðssæti bankans á Oknarvegi 5 mikudagin 31. mai kl. 17.00, har útlendskir serfrøðingar fara at luttaka.

 

Helge Larsen, partabrævagreinari og viðmerkjari á Børsen, Millionærklubben og øðrum fíggjarmiðlum, fer at greiða frá, hvussu alivinnan komandi árini sær út úr einum íløgusjónarhorni. Jakob Vejlø, íløgustrategur úr BankInvest, fer at greiða frá vánunum á altjóða partabræva- og virðisbrævamarknaðunum í USA, Evropa og Kina.

 

Harumframt fara Regin Jacobsen og Árni Ellefsen at greiða frá gongdini í ávikavíst Bakkafrost og BankNordik.

 

Skráin fyri tiltakið er hendan:

 

 

17.00 – 17.05 Vælkomin

 

17.05 – 17.20 Gongdin hjá BankNordik

Árni Ellefsen, forstjóri

 

17.20 – 17.50 Útlitini á altjóða fíggjarmarknaðinum

Jakob Vejlø, íløgustrategur

 

17.50 – 18.10 Gongdin hjá Bakkafrost

Regin Jacobsen, forstjóri

 

18.10 – 18.40  Alivinnan komandi árini

Helge Larsen, greinari

 

18.40 – 19.30   Ábit og tónleikur

 

 

Øll eru hjartaliga vælkomin. 

 

Tekna teg til tiltakið við at fylla út teigarnar niðanfyri.

 

* skal útfyllast