Ger íløgur í ein heim av møguleikum

Vilt tú hava serfrøðingar at taka sær av tínum íløgum? Og vilt tú avmarka váðan fyri tapi við at spjaða tína íløgu á fleiri virðisbrøv? So er tað ein fyrimunur fyri teg at gera íløgur gjøgnum eitt íløgufelag heldur enn at gera íløgur sjálv/ur.

Samstarv við BankInvest og SparInvest

BankInvest og SparInvest eru bæði samansett av fleiri íløgufeløgum, sum hava hvør sítt fokus. Tað merkir, at tú ígjøgnum BankInvest og Sparinvest fært atgongd til at gera íløgur í nógv ymisk og spennandi øki.

Nøkur feløg egna seg best til vanliga samansparing og pensjónssamansparing. Onnur feløg gera íløgur í vinnugreinar og virðisbrøv, sum hava stórar møguleikar fyri vinningi og samsvarandi váða. Onnur hóska seg betur til stuttskygdar íløgur við lítlum váða fyri sveiggjum í kursinum.


Fyrimunir við at gera íløgur gjøgnum íløgufelag

  • Avmarkaður váði gjøgnum spjaðing av íløgunum
  • Serfrøðingar taka sær av tínari íløgu
  • Stórrakstur gevur tær lágar útreiðslur
  • Møguleiki fyri at gera íløgur í útlendsk virðisbrøv
  • Møguleiki fyri at gera íløgur í lønandi vinnugreinar
  • Møguleiki fyri skattligari optimering eftir tínum viðurskiftum
Mand, der sidder med en laptop

Tú røktar íløgurnar

Góð ráð til tín, sum vilt røkta íløgurnar sjálv/ur.

Vit røkta íløgurnar fyri teg

Fá meira at vita um, hvussu vit kunnu hjálpa tær.

Partabrøv

Tá tú keypir eitt partabræv, verður tú partaeigari í einum partafelag, sum gevur partabrøvini út.

Avkast

Her kanst tú síggja, hvat avkastð hevur verið seinastu árini. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv