Kæruvegleiðing

Um tú vilt kæra eina avgerð  hjá bankanum, vend tær so til tína bankadeild.  

 

Bankadeildin viðger tína kæru, og um tú ikki tekur undir við niðurstøðuni, kanst tú seta teg í samband við løgfrøðiligu kærudeild bankans. Tú kanst biðja bankadeildina seta teg í samband við kærudeildina, ella tú kanst seta teg beinleiðis í samband við kærudeildina.  

 

Ábyrgd av at viðgera kærur hevur regluvarðar- og løgfrøðideildin undir stjórnarskrivstovu bankans. Tú kanst eisini seta teg beinleiðis í samband við regluvarðar- og løgfrøðideildina umvegis bræv, telefon ella teldupost.

 

Um tú ynskir at fáa nærri kunning um møguleikan at kæra til Peningastovnskærunevndina (Pengeinstitutankenævnet), ert tú vælkomin at venda tær til regluvarðar- og løgfrøðideild bankans:

 

BankNordik

Stjórnarskrivstovan

Att: Compliance/Legal

Oknarvegur 5

Postboks 3048

FO-110 Tórshavn  
 

Telefon: +298 330 330

Teldupostur: compliance@banknordik.fo

Hent leinki