BankNordik Private Banking - Rådgivning til virksomhedsejere

Keyp av bústaði í Danmark

Tað kann tykjast fløkjasligt at fara í holt við at keypa bústað í Danmark, tá ið tú býrt í Føroyum. Í BankNordik hava vit vitanina og kunnu ráðgeva tær um tey viðurskifti, ið gera seg galdandi í sambandi við bústaðarkeyp í Danmark.

 

Annaðhvørt tú umhugsar at keypa børnunum eina lestraríbúð, ella tú ynskir tær eini summarhús við donsku strondina, veita vit tær ráðgeving um fígging og onnur viðurskifti. 

 

Danski bústaðarmarknaðurin

Nógvir føroyingar keypa sær summarhús ella gera íløgu í eina íbúð, tá ið børnini fara til Danmarkar í lestrarørindum. Nógv er at hugsa um og taka støðu til í hesum sambandi, og keypstilgongdin er eisini ein onnur í Danmark enn í Føroyum. T.d. gera onnur viðurskifti gera seg galdandi í mun til fígging, skatt, skeyti og yvirtøku. Eisini eru fíggingarmøguleikarnir skrúvaðir øðrvísi saman í Danmark, og tað eru fleiri møguleikar fyri samanseting av lánum.

 

Á donsku heimasíðu okkara ber til at lesa meira um foreldrakeyp

 

Vit hava royndirnar og vitanina

Í BankNordik hava vit tann fyrimun, fram um aðrar føroyskar peningastovnar, at vit kenna tann danska bústaðarmarknaðin. Vit hava 15 deildir í Danmark, og okkara ráðgevar veita dagliga ráðgeving í sambandi við bústaðarkeyp – eisini til føroyingar. Vit samstarva dagliga við grannskoðarar og løgfrøðingar, ið hava servitan um bústaðarkeyp, og vit ráðgeva kundum okkara um tey viðurskifti, ið gera seg galdandi, tá ið íløga verður gjørd í ein bústað í Danmark. 

Set teg í samband við okkum og fá meira at vita
  • Ring á 330 330