Kontugjald

Tað eru nógvir kundar, ið sleppa undan at gjalda kontugjald. Ert tú millum niðanfyri nevndu kundar, ert tú undantikin kontugjaldinum:  
- Allir kundar, ið eru føddir áðrenn 1. januar 1945
- Allir kundar undir 18 ár
- Nordik360 kundar
- NordikSolo kundar (18-28 ár)
- NordikUng kundar (13-17 ár)
- NordikBørn kundar
- Kundar, ið bert hava lønarkontur og/ella pensjónskontur í bankanum
- Kundar, ið hava minst 100.000 kr. í samlaðum fíggjarviðurskiftum (ein samanlegging av lánum, samansparingum o.ø.)

Niðanfyri finnur tú spurningar og svar í sambandi við kontugjaldið. Trýst á spurningin og les svarið.

Spurningar og svar

Verður tað nú dýrari hjá mær at vera kundi í bankanum?

Tað veldst um, hvussu tú brúkar bankan. Um tú hevur savnað tíni fíggjarviðurskifti í BankNordik og t.d. hevur lán, samansparing, lønarkontu o.a. í bankanum, sleppur tú undan at gjalda kontugjald.
 
Tó er tað ein fyritreyt, at tú í minsta lagi hevur samanlagt 100.000 kr. í samlaðum fíggjarviðurskiftum við bankan. Tað vil siga, at tú hevur lán, samansparing, virðisbrøv o.a. fyri samanlagt minst 100.000 kr.
 
Brúkar tú harafturímóti bert bankan í lítlan mun, kann tað gerast dýrari hjá tær at vera kundi í bankanum. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú vilt hava meira at vita um tínar møguleikar í BankNordik.


Skulu børn míni undir 18 ár gjalda kontugjald?

Nei, øll børn undir 18 ár eru undantikin kontugjaldinum.


Skulu allir kundar gjalda kontugjald?

Nei, nógvir kundar eru undantiknir kontugjaldinum:
- Kundar, ið eru føddir áðrenn 1. januar 1945
- Kundar undir 18 ár
- Nordik360 kundar
- NordikSolo kundar (18-28 ár)
- NordikUng kundar (13-17 ár)
- NordikBørn kundar
- Kundar, ið bert hava lønarkontur og/ella pensjónskontur í bankanum
- Kundar, ið hava minst 100.000 kr. í samlaðum fíggjarviðurskiftum (ein samanlegging av lánum, samansparingum o.ø.).


Skal eg gjalda 20 kr. fyri hvørja kontu?

Nei, kontugjaldið er 20 kr. um mánaðin. Hetta er uttan mun til, um tú t.d. hevur 5 ella 10 kontur.


Hvussu veit eg, um júst eg sleppi undan at gjalda kontugjald?

Tað eru nógvir kundar, ið sleppa undan at gjalda kontugjald. Ert tú millum niðanfyri nevndu kundar, ert tú undantikin kontugjaldinum:  
- Allir kundar, ið eru føddir áðrenn 1. januar 1945
- Allir kundar undir 18 ár
- Nordik360 kundar
- NordikSolo kundar (18-28 ár)
- NordikUng kundar (13-17 ár)
- NordikBørn kundar
- Kundar, ið bert hava lønarkontur og/ella pensjónskontur í bankanum
- Kundar, ið hava minst 100.000 kr. í samlaðum fíggjarviðurskiftum (ein samanlegging av lánum, samansparingum o.ø.)
Um tú ivast í, um tú ert fevnd/ur av omanfyri nevndu bólkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 330 330 ella kundi@banknordik.fo


Hvussu rokna tit míni samlaðu fíggjarviðurskifti?

Vit leggja upphæddirnar á tínum lánum, samansparingum og íløgum saman, og á tann hátt rokna vit samlaðu fíggjarviðurskifti tíni við bankan.
Dømi
Lønarkonta                              15.000 kr.
Fíggjarkonta                            5.000 kr.
Samansparingarkonta              75.000 kr.
Eftirlønarkonta                         30.000 kr.
Persónlig PensjónsRøkt             40.000 kr
Samlað fíggjarviðurskifti     165.000 kr.     
Les neyvari lýsing av útrokning av samlaðum fíggjarviðurskiftum her.


Hvussu kann eg sleppa undan at gjalda kontugjald?

Tú kanst sleppa undan at gjalda kontugjald, um tú savnar tíni fíggjarviðurskifti í BankNordik. Gerst tú eitt nú Nordik360 ella NordikSolo kundi, fært tú harafturat ágóðan av rentufyrimuni og ókeypis tænastum.
Tað er ókeypis at tekna seg til fyrimunaskipanir bankans. Les meira um tínar møguleikar við fyrimunaskipanunum her. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú ynskir at fáa meira at vita. Vit vegleiða fegin.


Hví skal eg gjalda fyri eina tænastu, ið higartil hevur verið ókeypis?

Tað er rætt, at bankin higartil ikki hevur tikið kostnað fyri umsiting av kontum. Kortini er støðan tann, at bankin á hvørjum ári hevur stórar útreiðslur í sambandi við umsiting av kontum. Vit ynskja framhaldandi at kunna veita kundum okkara kappingarførar prísir og góð tilboð, og tí verður kontugjaldið nú ásett.
Teir kundar, ið brúka bankan mest, sleppa undan at gjalda kontugjald. Tískil kanst tú sleppa undan at gjalda kontugjald, um tú savnar tíni viðurskifti hjá okkum, ella um tú longu ert fevnd/ur av hesum kundabólkum:
- Kundar, ið eru føddir áðrenn 1. januar 1945
- Kundar undir 18 ár
- Nordik360 kundar
- NordikSolo kundar (18-28 ár)
- NordikUng kundar (13-17 ár)
- NordikBørn kundar
- Kundar, ið bert hava lønarkontur og/ella pensjónskontur í bankanum
- Kundar, ið hava minst 100.000 kr. í samlaðum fíggjarviðurskiftum (ein samanlegging av lánum, samansparingum o.ø.).


Hví ásetur BankNordik eitt kontugjald?

Tað kostar bankanum at umsita kontur fyri kundar, og við nýggja kontugjaldinum skulu kundar nú gjalda fyri tænastuna, sum higartil hevur verið ókeypis. Tað halda vit vera rímiligt.
 
Samstundis skal tað loysa seg fyri einstaka kundan at savna síni viðurskifti í BankNordik, og tí skulu kundar, ið savna síni viðurskifti í bankanum (t.d. Nordik360 kundar) og brúka okkum mest, ikki gjalda kontugjald.


Hvat bjóða tit ungum og lesandi?

Vit hava NordikSolo, ið er eitt sera gott tilboð til ung og lesandi í aldursbólkinum 18-28 ár. NordikSolo gevur tær atgongd til eina rúgvu av ókeypis tænastum og serliga góðum rentum. Eisini sleppur tú sum NordikSolo kundi undan at gjalda kontugjald. Við NordikSolo fært tú tær bestu fíggjarligu umstøðurnar, tá tú ert lesandi, flytur heimanífrá ella kanska skalt undir útbúgving uttanlands.
Tað er ókeypis og lætt at gerast NordikSolo kundi. Set teg í samband við okkum á 330 330 ella á kundi@banknordik.fo.
 


Eg havi bara eina pensjónskontu í bankanum. Skal eg gjalda kontugjald?

Nei, um tú bert hevur eina pensjónskontu, skalt tú ikki gjalda kontugjald.


Eg havi bara eina lønarkontu í BankNordik. Skal eg gjalda kontugjald?

Nei. Øll, ið bara hava lønarkontu og/ella pensjónskontu í bankanum, eru undantikin kontugjaldinum.


Eg eri við í Nordik360. Skal eg gjalda kortini?

Nei. Allir Nordik360 kundar eru undantiknir kontugjaldinum. Harafturat eru nógvir aðrir kundabólkar undantiknir.


Eg eri pensjónistur, skal eg gjalda kortini?

Øll, sum eru fødd áðrenn 1. januar 1945, sleppa undan at gjalda kontugjald.