Innlán

Í BankNordik bjóða vit tínum virki ymiskar møguleikar fyri innláni, soleiðis at tú kanst seta peningin inn, har tað hóskar tykkara tíðarkarmi best, og har tit fáa tann smidleika, tit hava tørv á. Tú kanst velja ímillum ymiskar kontur til virkið.

 

Rakstrarkonta

Ein rakstrarkonta er kontan til rakstur í gerandisdegnum. Inn- og útgjøld hjá virkinum fara fram umvegis rakstrarkontuna, og til ber at knýta eitt nú hesar tænastur at kontuni:

 

 

Um virkið hevur inntøkur og útreiðslur í fremmandum gjaldoyra, er møguligt at fáa eina rakstrarkontu í hesum gjaldoyranum. Ein kredittur kann verða knýttur at kontuni.

 

Gjaldoyrakonta

Um virkið hevur handil við útheimin og tí hevur nógvar inntøkur í einum øðrum gjaldoyra, kunnu tit stova eina gjaldoyrakontu, har peningurin verður settur beinleiðis inn, uttan at verða veklsaður til danskar krónur. Gjaldoyrakontan kann stovnast í øllum mest vanligu gjaldoyrunum.

 

Samansparingarkonta

Hevur títt virki yvirskotsgjaldføri, ber til at seta pening inn á Samansparingarkontu fyri at fáa eina hægri rentu enn á vanligari rakstrarkontu.

 

Ein Samansparingarkonta hevur eina bindingartíð á tríggjar mánaðir. Tað vil siga, at tú kanst taka pening út av kontuni uttan kostnað, um tú boðar frá hesum tríggjar mánaðir frammanundan. Um tú ynskir at taka peningin út innan tríggjar mánaðir, kann hetta gerast við at rinda revsirentu.

 

Avtaluinnlán

Eitt avtaluinnlán er ein føst upphædd, sum er bundin í eitt ávíst tíðarskeið við eini rentu, sum serstøk avtala er gjørd um.

 

Bindingartíðin á einum avtaluinnláni kann vera úr eini viku upp í 365 dagar. Minstamarkið á einum avtaluinnláni er 1.000.000 kr. Einki hægstamark er á hesum innlánum. Rentan verður tilskrivað, tá avtalutíðarskeiðið er av.

Fá vinnuráðgeving
  • Ring til 330 300