Kredittfyrispurningar
Um tín fyritøka skal selja til kunda uttanlands og ynskir at fáa kunning um, hvussu kundin er fyri fíggjarliga, kunnu vit, tykkara vegna, senda fyrispurning til peningastovnin hjá kundanum. Tit upplýsa okkum kundanavn, peningastovn og upphædd, ið talan er um. Síðani senda vit fyrispurningin til peningastovnin hjá keypara, ið gevur óheft og vegleiðandi svar.
Kostnaðurin í sambandi við avgreiðslu av kredittfyrispurningum sæst her.
Fá meira at vita um kredittfyrispurningar við at seta teg í samband við okkum.



