Bankin setir næmingar, tá tørvur er á tí, og lýst verður á heimasíðuni og í bløðunum, tá ið næmingar skulu setast.
Sum næmingur fært tú eina ástøðiliga og eina praktiska útbúgving í einari nýmótans og skjótt vaksandi fyritøku. Lærutíðin er tvey ár.
Fyri at fáa lærupláss í bankanum skalt tú hava eina miðnámsútbúgving. Tá tú søkir um lærupláss, sendir tú eina umsókn. Í umsóknini vilja vit fegin hava at vita:
- Hví tú ynskir lærupláss
- Hvørjar lærugreinir í skúlanum dámar tær best
- Hvørji frítíðarítriv hevur tú
- Møgulig arbeiði eftir skúlatíð ella í frítíðini
- Okkurt um teg sjálvan, sum tú metir hevur okkara áhuga
- Navn, bústað, føðingardag og telefonnummar
Vilt tú hava meira at vita, ert tú vælkomin at lesa meira her:
Sjálv útbúgvingin
Útbúgvingin er býtt upp í ein praktiskan og ein teoretiskan part. Fíggjarskúlin skal takast í lærutíðini. Finansraadet, Finanssektorens Uddannelsescenter, Handilsskúlin og bankin standa fyri skúlanum í felag.
Fíggjarskúlin er býttur upp í tvey lestrarár. Fyrra árið verður nýtt til kravdar lærugreinir og seinna árið til valfríar lærugreinir. Kravdu lærugreinirnar eru umleið helvtin av allari útbúgvingini, til samans 25 skúladagar. Valfríu lærugreinirnar eru ymiskar, alt eftir hvørja linju, næmingurin og bankin velja. Hesin parturin er millum 15 og 25 skúladagar.
Endamálið við kravdu lærugreinunum er, at tú fert at skilja fíggjarligar trupulleikar og tørvin hjá einum viðskiftafólki og haraftrat fært førleika at vísa til ein serfrøðing á økinum. Kravdu lærugreinirnar eru fimm í tali. Tær eru:
- Ráðgevi í fíggjarheiminum
- Kundin og fíggjarfyritøkurnar
- Fíggjarligar vørur
- Fíggjarligar fyritøkur og samfelagið
- Fíggjarheimurin
Samanlagt geva hesar lærugreinir eina breiða vitan og førleika til at arbeiða í eini fíggjarfyritøku. Endamálið við teimum valfríu lærugreinunum er, at tá tú hevur lokið útbúgvingina, skalt tú sjálvstøðugt kunna ráðgeva viðskiftafólki um viðurskifti, ið eru tengd at teimum sergreinum, tú hevur valt at útbúgva teg í. T.d. kann talan verða um skaðatrygging, íløguráðgeving, sethúsaráðgeving ella eina breiðari ráðgeving á privata marknaðinum.
Próvtøka
Undirvísingin í kravdu lærugreinunum endar við skrivligari próvtøku á 4-6 tímar. Royndin fevnir víða innan týdningarmestu partarnar av pensum. Lærari og próvdómari uttanífrá døma um uppgávuna. Fyri at tú skalt standa royndina, mást tú minst hava karakterin 6. Stendur tú ikki royndina, sleppur tú til umroynd. Sjálv útbúgvingin endar við einari fakligari roynd, ið umfatar eina verkætlan, ið tú skalt gera. Eitt toymi ger vanliga verkætlanina. Verkætlanin skal leggjast fram munnliga. Fakliga verkætlanin verður framleidd og dømd seinasta hálvárið av útbúgvingini. Hon umfatar kravdu og valfríu lærugreinarnar umframt starvsvenjingartíðina, so hon vísir allar tínar førleikar.
Tá ið lærutíðin byrjar, verður gjørd ein ætlan, sum vísir, á hvørjum økjum, tú skalt starvast, og hvussu leingi, tú verður í hvørjum øki. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at tú fært eina so fjøltáttaða útbúgving sum gjørligt.
Løn og arbeiðstíð
Næmingalønin er í byrjanini umleið 13.071,67 kr. um mánaðin 1. árið og 14.524,25 kr. um mánaðin 2. árið. Tá ið tú ert vorðin bankaatstøðingur, er byrjanarlønin umleið 21.168,31 kr. um mánaðin. Í føstum starvi í bankanum ert tú eisini við í eftirlønarskipan og samlagstrygging. Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna. Lønin og arbeiðstíðin eru ásett í sáttmála millum Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum og Finansforbundet; sum er fakfelag fyri starvsfólk í fíggingarstovnum.
Útlærdur bankaatstøðingur
Tá ið lærutíðin er av, kanst tú søkja um fast starv í bankanum. Fært tú fast starv í bankanum, eru fleiri møguleikar fyri víðari útbúgving. Eftir tvey ára lærutíð hevur tú lært nógv um bankavirksemi, men ikki alt. Samfelagsgongdin sum heild og tøkniliga menningin hava við sær, at tú kanst útbúgva teg upp aftur betur. Vit mæla til, at tú gert hetta bæði fyri teg og bankan.
Spennandi starv
At starvast í bankanum er eitt avbjóðandi starv. Nógv ymisk arbeiðsøki eru, og tú hevur nógvar møguleikar fyri at menna teg og skapa tær eina spennandi yrkisleið. Um tú vilt vita meira um útbúgving innan peningastovnsvinnu, kanst tú lesa heimasíðuna hjá Finansráðnum
www.finansraadet.dk