Fá bankaútbúgving í einum altjóða umhvørvi

Sum næmingur í BankNordik fært tú eina góða útbúgving í einari nýmótans og altjóða fyritøku. Lærutíðin er tvey ár og er bæði ástøðilig og praktisk. Útbúgvingin gevur góðar framtíðar starvsmøguleikar, eins og tú eftir lokna útbúgving hevur eitt sterkt grundarlag at byggja víðari á. Fyri at fáa lærupláss í bankanum skalt tú hava eina miðnámsútbúgving.  
 

Umsókn

 Í umsóknini vilja vit fegin hava at vita:
 
  • Hví tú ynskir lærupláss  
  • Hvørjar lærugreinir í skúlanum tær dámar best  
  • Hvørji frítíðarítriv tú hevur  
  • Møgulig arbeiði eftir skúlatíð ella í frítíðini  
  • Okkurt um teg sjálva/n, sum tú metir hevur okkara áhuga 
  • Navn, bústað, føðingardag og telefonnummar
 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita, kanst tú her á heimasíðuni lesa meira um sjálva útbúgvingina, próvtøku, løn og arbeiðstíð og møguleikar eftir lokna útbúgving. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á hr@banknordik.fo ella við at ringja 330 330.
 
Umsókn við lívsrensli (c.v.) og avritum av prógvum kann sendast til hr@banknordik.fo ella til: BankNordik, Starvsfólkadeildin, Oknarvegur 5, FO-100 Tórshavn.
 

Spennandi starv

BankNordik er eitt sterkt norðurlendskt samtak við bankavirksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi og tryggingarvirksemi í Føroyum.
 
Tað er bæði avbjóðandi og fjølbroytt at starvast í bankanum. Møguleikarnir fyri persónligari og fakligari menning eru nógvir, og tú kanst skapa tær eina spennandi yrkisleið. Um tú vilt vita meira um útbúgving innan peningastovnsvinnu, kanst tú vitja heimasíðuna hjá Finansráðnum finansraadet.dk. Eisini kanst tú lesa um royndir og tankar hjá einum fyrrverandi næmingi í bankanum her.
 
 
Hent leinki

Samband

BankNordik
Starvsfólkadeildin
Oknarvegur 5
Postboks 3048
FO-110 Tórshavn