Íløgur í lánsbrøv

Tá ið tú keypir eitt lánsbræv, svarar tað í veruleikanum til, at tú lænir tí, sum skrivar lánsbrøvini út, pengar. Afturfyri fært tú rentu og/ella ein kursvinning áðrenn ein ávísan lokadag.
 

Standandi lán og lán við avdrátti

Skilt verður ímillum standandi lán og lán við avdrátti. Við standandi láni fært tú í gildistíðini hjá lánsbrævinum eina rentu útgoldna so hvørt, men tú fært ikki íløguupphæddina aftur, fyrr enn tíðarskeiðið er farið. Tá tað snýr seg um lán við avdrátti (t.d. annuitetslán og seriulán), fært tú rentur og avdráttir útgoldin í gildistíðini hjá lánsbrævinum.
 

Lánsbrøv og avkast

Yvirskipað verða lánsbrøv mett at vera ein trygg íløga, sum gevur eitt støðugt avkast. Um tú velur lánsbrøv, skalt tú hugsa um, hvør skrivar lánsbrøvini út, rentuna og gildistíðina.
 
 
  • Tann, ið gevur út
    Tað eru nógv, ið skriva út lánsbrøv, men tað mest vanliga her er danski staturin og realkredittstovnarnir. Tað verður mett sum sera ósannlíkt, at hesi ikki kunnu rinda lánið aftur, og tí er kredittváðin sera lítil. Men tað eru onnur, sum skriva út lánsbrøv, t.d. vinnuvirkir, har kredittváðin er ógvuliga ymiskur frá virki til virki. Áðrenn tú keypir lánsbrøv, eigur tú at fáa ráðgeving.
  • Renta
    Rentuseðilin hjá lánsbrævinum ásetur ta rentu, sum tú fært uppá tína íløgu. Henda rentan verður vanliga útgoldin hvønn ársfjórðing, hálvárliga ella árliga. Rentan kann tó ikki nýtast sum leiðregla fyri avkastið á íløguni, tí at keypskursurin eisini hevur stóran týdning. Rentan kann antin verða føst ella skiftandi.
  • Gildistíð/ varleiki
    Sveiggini í kursinum hjá einum lánsbrævi eru millum annað treytað av gildistíðini. Í eini samanbering av standandi lánum er tað galdandi, at jú longri gildistíðin er, tess størri eru sveiggini í kursinum á vegnum.
 

Keyp av lánsbrøvum

Tá ið tú keypir lánsbrøv, verður mælt til at leggja dent á lánsbrøv, sum eru umsetilig, tí tað gevur eina ávísa trygd fyri einum góðum prísi, tá selt verður.
 
Tú kanst eisini gera íløgu í lánsbrøv gjøgnum eitt íløgufelag, sum serliga fæst við lánsbrøv. Harvið keypir tú eitt íløguprógv í íløgufelagnum, sum ger íløgur í útvald lánsbrøv.
 
Við at gera íløgur í eitt íløgufelag fært tú eina góða spjaðing í tínum íløgum, tí at íløgufeløgini hava eitt lógarkravt minstamark fyri spjaðing.
 
Ávís íløgufeløg hava tó eitt sera lítið íløguøki, t.d. bert eitt einstakt land ella bert ein einstakan ratingflokk, og hetta slagið av íløgufeløgum kann møguliga hava ein stóran váða.
 
Íløguserfrøðingarnir hjá íløgufeløgunum fylgja og broyta støðugt samansetingina av virðisbrøvum, sum eru grundarlagið undir tínum íløguprógvum.
 

Váði við lánsbrævaíløgum

Váðin við at gera íløgur í lánsbrøv kann býtast upp í kursváða, gjaldoyraváða og váða í sambandi við útgevara.
 
 
  • Kursváði
    Tá ið marknaðarrentan hækkar, fellur kursurin á lánsbrøvum. Jú longri gildistíð lánsbrævið hevur, tess meira viðbrekin er kursurin á lánsbrævinum.
  • Gjaldoyraváði
    Um gjaldoyraváðin hjá einum lánsbrævi í fremmandum gjaldoyra broytist, verður tað samlaða avkastið hjá lánsbrævinum ávirkað.
  • Váði í sambandi við útgevara
    Um tann, sum skrivar út, ikki kann liva upp til sína skyldu um at rinda aftur. Eitt danskt statslánsbræv er t.d. tryggari enn eitt lánsbræv, sum er skrivað út av eini fyritøku.
 
Samband

Set teg í samband við Íløgudeildina

 

Ring til tín ráðgeva 

ella skriva til ilogur@banknordik.fo

Marknaðarviðmerking

Les dagligu metingarnar
hjá BankNordik av
fíggjarmarknaðunum.
 

Stutt og greitt