3 tryggingar í at velja

Við NordikPensjón fært tú ein samlaðan pakka, har tryggingar eisini eru taldar við.

 

Um tað ringasta skuldi hent, er týdningarmikið at vera tryggjaður. Við NordikPensjón kanst tú tryggja teg og tína familju, soleiðis at tit ikki noyðast at stúra fyri tí fíggjarliga, um tit verða rakt av óhappi ella sjúku.

 

NordikPensjón selur tryggingar í samstarvi við lívstryggingarfelagið NordikLív

 

Tak niður produktbløð um Bólkalívstrygging, Bráðsjúkutrygging, Óarbeiðsføristrygging og Restskuldartrygging.

 

 

 

Bólkalívstrygging

Um tú skuldi fallið frá, verður ein upphædd goldin út til tey, ið sita eftir, ella goldin inn á tína skuld.

 

 

Trygging fyri bráðsjúku

Ein upphædd verður goldin út, um tú ella barn títt verða bráðsjúk.

 

 

Óarbeiðsføristrygging

Kann tryggja tær eina mánaðarliga skattafría inntøku, so leingi óarbeiðsføri varðar.

 

 

   

 

 

 

Tak niður faldara