Løn og arbeiðstíð

Næmingalønin er í byrjanini umleið 13.775,00 kr. um mánaðin 1. árið og 15.305,67 kr. um mánaðin 2. árið. Tá ið tú ert vorðin bankaatstøðingur, er byrjanarlønin umleið 21.168,31 kr. um mánaðin.
 
Í føstum starvi í bankanum ert tú eisini við í eftirlønarskipan og samlagstrygging. Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna. Lønin og arbeiðstíðin eru ásett í sáttmála millum Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum og Finansforbundet; sum er fakfelag fyri starvsfólk í fíggingarstovnum.