MasterCard Debit

MasterCard Debit Standard er eitt gjaldskort fyri øll, ið eru 18 ár og eldri. Tú kanst rinda við kortinum í túsundtals handlum og sjálvtøkum kring allan heimin og sjálvsagt eisini á internetinum.
 
Við MasterCard Debit Standard  ber ikki til at nýta meira pening, enn tú eigur á kontuni. Tá tú nýtir kortið, verður upphæddin tikin av kontuni beinanvegin, so tú hevur altíð yvirlit yvir, hvussu nógv tú eigur.
 

Við MasterCard Debit Standard kanst tú:

  • ikki nýta meira pening, enn tú eigur
  • taka upp til 15.000 kr. út um samdøgrið
  • keypa fyri í mesta lagi 30.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar
  • fáa atgongd til eina røð av fyrimunum og góðum avsláttarskipanum á internetinum og í Danmark. Les meira um avsláttarskipanina her
 
Fá meira at vita um MasterCard Debit við at venda tær til okkum ella les meira her.
 

MasterCard Debit Standard við egnari mynd

Til ber at fáa MasterCard Debit Standard við egnari mynd, les meira her.
 

Umsókn um MasterCard Debit

Tú kanst søkja um at fáa MasterCard Debit við at útfylla umsóknarblaðið, ið liggur á høgra bredda og lata tað inn á einari av deildum bankans.