MasterCard Platinum

Á MasterCard Platinum fært tú eitt kreditt- og nýtsluhámark á antin 100.000 kr. ella á 250.000 kr. Tú kanst taka upp í 10.000 kr. út um dagin í sjálvtøkum, tó í mesta lagi 50.000 kr. um mánaðin.
 

Trygd á ferðini

MasterCard Platinum hevur eina ferðatrygging, sum fevnir um kortánaran við familju umframt hópin av øðrum tryggingum. Um tú skalt boða frá einum skaða, finnur tú skjøl til skaðafráboðanina her.
 
  1. Les tryggingartreytirnar fyri MasterCard Platinum her
 
Um tú vilt fáa meira at vita um MasterCard Platinum, kanst tú seta teg í samband við okkum ella lesa meira her.
 

Priority Pass

Priority Pass er eitt tilboð til allar MasterCard Platinum kundar. Við Priority Pass hevur tú atgongd til 700 uppihaldsstovur (lounge) á flogvallum í 400 býum kring heimin, har ferðandi kunnu hvíla seg, fáa okkurt at drekka, lesa bløð og nýta internet. Í Danmark er atgongd til loungir í Billund og København. Eitt yvirlit yvir allar Priority Pass-uppihaldsstovur sæst á www.prioritypass.comLimir í Priority Pass kunnu bjóða gestum við í uppihaldsstovuna. Prísurin fyri at vitja uppihaldsstovur sæst í prísbókini.
 
Um tú ynskir at gerast limur í Priority Pass, kanst tú útfylla umsóknarblaðið niðanfyri og senda okkum tað.
 
  1. Umsóknarblað um Priority Pass
  2. Les limatreytirnar fyri Priority Pass her