MasterCard

MasterCard er eitt altjóða gjaldskort, sum kann nýtast um allan heim. MasterCard er væl egnað til teirra, sum ferðast nógv og hava stórar ferða- og umboðsútreiðslur. Eisini kann kortið nýtast í Føroyum og gevur tær ein kreditt, sum tú ikki fært við t.d. Visa/Dankort, umframt aðrar fyrimunir. 

 

  1. Les meira um at ferðast við gjaldskorti
 

Ymisk sløg av MasterCard

MasterCard kann nýtast at gjalda við á hotellum, matstøðum, bensinstøðum og aðrastaðni. Reiður peningur kann takast út í sjálvtøkum og peningastovnum í Føroyum og úti í heimi. Hjá okkum kanst tú velja millum ymisk sløg av MasterCard:

 

  1. MasterCard Standard
  2. MasterCard Gull
  3. MasterCard Platinum
  4. MasterCard Business
  5. MasterCard Familjukort
 

Umsókn um MasterCard

Tú kanst søkja um at fáa MasterCard við at útfylla eitt av umsóknarbløðunum, ið liggur á høgra bredda og lata tað inn á einari av deildum bankans.
 
Les meira um MasterCard á heimasíðuni hjá LP MasterCard.
Set teg í samband við okkum og fá meira at vita
  • Ring á 330 330 ella
 
 
 

Kontaktleyst MasterCard

MasterCard er vorðið dagført við nýggjastu korttøknini. Ein sendari er innbygdur í chippið, og hetta merkir, at tú framyvir kanst gjalda, uttan at kortið nertir við terminalin. Tá ið keypið er skrásett, kanst tú bara halda kortið ímóti terminalinum fyri at gjalda. Hesin kontaktleysi gjaldsmøguleikin, er galdandi fyri upphæddir undir 200 kr. og tað er hvørki neyðugt at brúka pin-kotu ella undirskrift.
 
Kortterminalar, ið kunnu nýtast til kontaktleysa rindan, hava hetta frámerki:

Soleiðis virka kontaktleys MasterCard

  • Upphæddir undir 200 kr.: Hald kortið at gjaldsterminalinum
  • Upphæddir yvir 200 kr.: Trýst tína pin-kotu
  • Tá gjaldsterminalurin vísir OK, er keypið framt, og tú fært tína kvittan
  • Kortið kann brúkast í Føroyum og uttanlands
 

Trygd við kontaktleysum korti

Um títt kort er burturmist og verður misbrúkt av øðrum í einum kontaktleysum gjaldsterminali, heftir tú ikki fyri upphæddina. Í hesum føri rindar tú heldur ikki sjálvsábyrgd.
 
Í Netbankanum sært tú hvørjar upphæddir eru rindaðar sum kontaktleys rindan. Hesar eru merktar við ))).
 

Fá kontaktleyst MasterCard

Nýggir kundar kunnu søkja um MasterCard. Fyri at fáa MasterCard frá BankNordik, skal tú vera kundi í bankanum. Verandi kundar fáa nýtt kontaktleyst MasterCard, tá teirra verandi kort gongur út.