Myndakort dømi

 
 
 
 
 
 

Mariann Hansen, Norðskáli

 
Í frítíðini fáist eg eitt sindur við sjónleik, og í tí sambandi vóru eg og nakrar vinkonur klemmarar á G! Festivalinum eitt árið. Tað var über skeg, og nógvar stuttligar myndir vórðu tiknar. Ein av teimum er hendan :)
 
Nú, tá næstan allar vinkonurnar eru uttanlands og baksast við eitthvørt, kann tað kennast eitt sindur einsamalt her á okkara køldu klettum :(((( Og av tí at eg eri nokkso vánalig til at ganga við myndum og øðrum fjasi í mappuni, er tað fínasta slag bara at koyra onkra stuttliga mynd á hevikortið :))) So er tað eisini eitt sindur festligari enn føroyskir fuglar og fjøll á kortinum ;)) Hehehe... ;))
 
 
 
 
 
 
 

Símun Joensen, Klaksvík

 
Myndin er tikin Úti í Grøv í Klaksvík. Hagar plagi eg at fara, tá ið eg havi hug at slappa av og koma eitt sindur burtur frá gerandisdegnum. Hetta náttúruvakra staðið gevur mær frið at lata tankarnar fáa fríar ræsur - og at gleðast um góðar løtur her í lívinum.
 
 
 
 
 
 
 

Hans David Poulsen, Strendur

 
Eg havi valt eina mynd av damuni hjá mær, sum eg elski heilt ótrúliga nógv, tí so síggi eg hana altíð. Eg haldi, at tað er skeg, serliga um man er uttanlands ella okkurt líknandi, og man saknar damuna, so sær man hana altíð á Visakortinum  :).
Skjøl

Umsóknarbløð

   
  Umsóknarblað til myndakort