Sniðgev títt egna myndakort

Vilt tú hava eitt gjaldskort, sum ikki er líka sum nakað annað kort í heiminum? BankNordik gevur tær møguleikan sjálv/ur at sniðgeva títt kort við einari mynd, sum sigur nakað serstakt um, hvør tú ert.

 

Tú veldur myndina 

Tað einasta, tú skalt gera, er at velja eina mynd. Tað kann vera ein mynd av damuni, sjeikinum, tær sjálvum ella onkrum heilt øðrum. Tú kanst eisini velja eina av mongu myndunum, sum longu liggja á bíleggingarskipanini - tað eru nógvir møguleikar og tú ræður.

 

Vel ímillum hesi kort

Myndakort fáast sum VISA/Dankort ella MasterCard Debit Standard.

 

Umframt vanligu ásetingarnar fyri gjaldskort eru nakrar serstakar treytir fyri myndakort.

 

  Dømi um myndakort