Næmingur í bankanum

BankNordik er eitt av stóru arbeiðsplássunum í Føroyum. Hetta setir krøv til okkum, og vit leggja tí stóra orku í at bjóða eitt umhvørvi við møguleikum, har øll trívast og mennast.

 
Næmingar eru ein sjálvsagdur partur av umhvørvinum í bankanum. Sum næmingur í BankNordik fært tú eina holla og nútímans útbúgving í einum altjóða arbeiðsumhvørvi við spennandi avbjóðingum.
  

Hugtikin av fíggjarheiminum

 Kára PaturssonKára Patursson er ein av mongu fyrrverandi næmingunum, sum
 framvegis starvast í bankanum. Hon greiðir soleiðis frá:
 

 Fíggjarheimurin hevur altíð hugtikið meg. Eg byrjaði í Avgreiðsludeildini,

 og har treivst eg sera væl. Eitt áhugavert starv við nógvari ferð. Sera

 dugnalig fólk, nógv ymisk arbeiðsøki eru og nógvar áhugaverdar

 avbjóðingar.

 
Tá bankin so søkti eftir næmingum, ivaðist eg ikki eina løtu. Tað var tað, eg vildi. Tú hevur nógvar møguleikar fyri at menna teg og skapa tær eina spennandi yrkisleið. BankNordik er millum størstu arbeiðsplássini í landinum, og her eru nógvir góðir møguleikar at velja ímillum. Her keðir ein seg ongantíð.
Kára um útbúgving, viðskiftafólk og starvsfelagar

Útbúgvingin er bæði praktisk og teoretisk  

Útbúgvingin er býtt upp í tveir partar, ein praktiskan og ein teoretiskan. Skúlin tekur tvey ár. Sum næmingur kemur tú runt í øllum arbeiðsøkjum bankans. Ein ætlan verður gjørd fyri hvønn næming, og har verður ásett, hvussu leingi, tú verður í hvørjum øki.
 
Fyrra árið endar við einari skrivligari próvtøku, og seinna árið endar við einari verkætlan, sum tú skalt verja. Tú lærir at skilja tørvin hjá viðskiftafólki, ráðgeva teimum, umframt at tú sjálvsagt lærir um allar tænastur bankans. Fyrra árið hevur tú fimm kravdar lærugreinir:
 
  • Ráðgevi í fíggjarheiminum
  • Kundin og fíggjarfyritøkurnar
  • Fíggjarligar vørur
  • Fíggjarligar fyritøkur og samfelagið
  • Fíggjarheimurin
 
Endamálið við útbúgvingini er millum annað, at tú sjálvstøðugt skalt kunna ráðgeva viðskiftafólki og skilja fíggjarligar trupulleikar.
 

Dugnaligir starvsfelagar 

Mín fyrsta fatan av BankNordik var góð. Eg varð sera væl móttikin av starvsfelagunum, sum eru dugnaligir og hjálpsamir.
 
BankNordik leggur stóran dent á trivnaðin millum starvsfólk, og tað haldi eg vera sera umráðandi. Umframt ókeypis frukt og kaffi verður skipað fyri skeiðum, útferðum og veitslum. Samanhaldið millum ‘tey ungu’ her í bankanum er gott, og tað gongur ikki long tíð millum, at vit gera okkurt saman. Vit fara út at eta, bovla og kanska ein túr í býin av og á ;o)
 

Nøgd viðskiftafólk

Mær dámar sera væl. Í BankNordik hendir hvønn dag okkurt nýtt og spennandi. Tú møtir nýggjum fólki, og einki er so jaligt sum at síggja viðskiftafólk, ið fara úr bankanum væl nøgd og glað.
Hent leinki

Samband

BankNordik
Starvsfólkadeildin
Oknarvegur 5
Postboks 3048
FO-110 Tórshavn