Nándkort

Eitt nándkort er eitt gjaldskort, sum tú kanst rinda við uttan at seta kortið í kortterminalin. Øll Dankort, Visa/Dankort og MasterCard, sum eru úflýggjað eftir 1. september 2015, hava eina innbygda “nándfunku”, ið ger tað møguligt at rinda fyri keyp uttan at seta kortið í kortterminalin. Tú skalt bert halda kortinum at terminalinum, og tað er ikki neyðugt at brúka pinkotu, um keypsupphæddin er undir 200 kr. Øll keyp omanfyri 200 kr. skulu tó góðkennast við pinkotu.

 

Tað er lætt, trygt og skjótt

Nándkortini brúka somu tøkni sum núverandi kortini, og tey eru framvegis millum tryggastu gjaldskort í heiminum. Av trygdarávum verður tú við jøvnum millumbilum biðin um at seta kortið í terminalin og brúka pinkotuna.

 

Um tú missir kortið, ella tað verður stolið og misnýtt til keyp við nándfunkuni, kanst tú ikki ábyrgjast. Í teirri støðu skalt tú heldur ikki gjalda sjálvsábyrgd. Í Netbankanum sært tú, hvørjar gjaldingar eru framdar við nándfunkuni. Gjøld við nándfunku eru merkt soleiðis: ))))

 

Soleiðis brúkar tú nándkort

  • Upphæddir undir 200 kr.: tú heldur kortið at kortterminalinum
  • Upphæddir omanfyri 200 kr.: tú skalt eisini trýsta pinkotu
  • Tá OK stendur á kortterminalinum, er gjaldið framt, og tú fært kvittanina.

 

Hvar kunnu kortini brúkast?

Kortini kunnu brúkast bæði í Føroyum og uttanlands. Kortterminalar, ið taka ímóti nándkortum, hava hetta frámerki:

 

Allir handlar og matstovur hava ikki terminalar, ið kunnu taka ímóti nándkortum. Hetta er tó eingin trupulleiki, tí nándkortini kunnu eisini brúkast sum vanligt í hesum terminalum - t.v.s. við at seta kortið í terminalin og trýsta pinkotuna. 

 

Soleiðis fært tú eitt nándkort

Frá 1. september 2015 hava øll nýggj gjaldskort nándfunkuna innbygda. Sostatt fært tú sjálvvirkandi eitt nándkort, tá títt núverandi kort gongur út. Um tú vilt bíleggja eitt nýtt kort, áðrenn gamla kortið gongur út, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

 

Um tú bíleggur eitt nýtt kort, áðrenn gamla kortið gongur út, eru vanligu tænastugjøld bankans galdandi (sí prísbók).