NemKonta

NemKonta er til tín, sum fær pening frá almennum stovnum í Danmark. Til dømis verða gjøld sum SU, pensjón, barnapeningur og avlopsskattur útgoldin á tína NemKontu. 
 
Ein NemKonta er ein vanlig bankakonta. Tú skalt bert gera av, hvør konta skal skrásetast sum NemKonta. Til dømis kanst tú gera tína lønarkontu í BankNordik til Nemkontu.


Ein donsk skipan

Danska lógin ásetir, at øll skulu hava eina NemKontu, sum donsku myndugleikarnir kunnu flyta pening á. Lógin er ikki galdandi í Føroyum, men allir føroyingar, sum fáa pensjón, SU ella onnur gjøld frá almennum stovnum í Danmark, skulu tí eisini hava eina NemKontu skrásetta, fyri at fáa peningin á kontu.
 
BankNordik átekur sær tí at skráseta NemKontu fyri teg. Av tí at NemKonta er ein vanlig bankakonta, eru treytirnar tær somu sum vanliga. Tú kanst bert hava eina NemKontu.
 
Set teg í samband við okkum, so hjálpa vit tær við NemKontu.