Netbankin á fartelefonini

Við Netbankanum á fartelefonini fært tú lætta og skjóta atgongd til tínar kontur uttan mun til, hvar tú ert.

 

Um fartelefonin hjá tær hevur atgongd til ein internetkaga umvegis WAP, kanst tú nú nýta Netbankan hjá BankNordik ókeypis á fartelefonini.

 

Netbankin á fartelefonini hevur flestu av funkunum, sum tú longu kennir frá Netbankanum, og tú kanst greiða flestu av tínum bankaviðurskiftum umvegis fartelefonina.

 

Tekna teg til Netbankan á fartelefonini umvegis Netbankan. Sí vegleiðing her.

 

Vit vegleiða fegin um tilmelding og nýtslu av Netbankanum á fartelefonini, men ikki um tøkniligu uppsetingina á telefonini. Set teg í samband við tín televeitara viðvíkjandi uppseting ella fylg leinkjunum høgrumegin.