Netbankin sum app

Við Netbankanum á snildfonini kanst tú greiða flestu av tínum bankaviðurskiftum ókeypis, uttan mun til tíð og stað. Netbankin hjá BankNordik kann nýtast bæði á iPhone og Android telefonum umframt á teldli.

Við Netbankanum sum app kanst tú m.a.:

 

  • Síggja kontuyvirlit
  • Gera flytingar
  • Síggja bókingar á kontuni
  • Rinda girokort
  • Síggja kreditoryvirlit
  • Finna deildir
  • Finna sjálvtøkur
  • Umrokna gjaldoyra
  • Gjalda við Swipp

 

Netbankin sum app er ókeypis at heinta og nýta, men tú rindar fyri ferðsluna á internetinum, um tú ikki ert á tráðleysum neti (WiFi).

 

Fá vegleiðing í, hvussu tú teknar teg til Netbankan sum app her.