Netbankin til teldil

Netbankin kann eisini nýtast til teldil. Um tú hevur ein iPad ella ein Android teldil, kanst tú nú taka eina app niður við Netbankanum til teldil. Við Netbankanum til teldil, kanst tú sostatt fara í bankan uttan mun til tíð og stað, og uttan at tú noyðist at hava eina teldu við tær. Tú sparir bæði tíð og ómaksgjøld, tá tú nýtir nógvu møguleikarnar, ið Netbankin til teldil hevur at bjóða.
 

Í Netbankanum á teldli kanst tú millum annað 

  • Síggja saldu
  • Fáa yvirlit yvir bókingar
  • Flyta pening á kontu í føroyskum og donskum banka
  • Stovna fasta flyting
  • Gjalda FI-kort og melda V&T- og GS-gjald til
  • Keypa og selja partabrøv
  • Avgreiða SWIFT-flytingar
  • Hava samskifti við kundaráðgeva umvegis teldupost
 

Skráset Netbankan til teldil

Tú kanst fáa vegleiðing til, hvussu tú skrásetir teg til Netbankan á teldli í vegleiðingini, ið liggur í høgra bredda.
 
Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um Netbankan til teldil.