Netbankin

Við Netbankanum  frá BankNordik er lætt at avgreiða tíni bankaviðurskifti, tá tær lystir. Annaðhvørt tú ert privatkundi ella vinnukundi, so er Netbankin ein løtt, trygg og bílig loysn. Tú sparir bæði tíð og ómaksgjøld, tá tú gagnnýtir nógvu møguleikarnar, ið Netbankin hevur at bjóða. Í Netbankanum kanst tú millum annað:
 
  • Síggja saldu
  • Fáa yvirlit yvir bókingar
  • Flyta pening á kontu í føroyskum og donskum banka
  • Gera lønarflytingar og hópflytingar
  • Leggja fíggjarætlan
  • Stovna fasta flyting
  • Gjalda FI-kort og melda V&T- og GS-gjald til
  • Keypa og selja partabrøv
  • Avgreiða SWIFT-flytingar
  • Hava samskifti við kundaráðgeva umvegis teldupost
 

Virðisbrøv og íløgur

Við Netbankanum ber til at keypa og selja virðisbrøv, tá tær lystir fyri ein væl lægri kostnað. Eisini kanst tú í friði og náðum fylgja tínum íløgum og at samanbera tær við onnur virðisbrøv, soleiðis at tú altíð hevur fult yvirlit yvir tínar íløgur.
Bílegg Netbankan
Set teg í samband við okkum, um tú ynskir at bíleggja Netbankan. Fyll út oyðublaðið niðanfyri, so seta vit okkum í samband við teg skjótast gjørligt.
 
Eg vil fegin bíleggja:
Navn *
Teldupostur *
Telefon *
Føðingardagur *
Kundi í BankNordik:
Viðmerkingar

* Skal fyllast út

Send